Tíðindi
Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 2. mai 2025 verður við hesum boðað frá, at Klaksvíkar býráð samtykti á fundi 28. mai 2026 uppskot um at dagføra økisblað A24 (bygdin í Ánunum) og økismarki millum A24 og G (landbúnaðar).
Broytingin av økisásetingartekstinum er partur av eini størri dagføring av øllum økisbløðunum í almennu byggisamtyktini fyri Klaksvíkar kommunu. Broytingin um fatar dagføring sbrt. Bygningskunngerðini, kort, orðingar og umhvørvisflokking o.a. Somuleiðis er A24 víðka við uml. 545 m2, við tí er økisparturin G (landbúnaður) minkaður tilsvarandi. Broytingin er partur av eini marknaumskipan. Broytingin umfatar hesar nevndu matr.: 19, 33, 28, 29a, Ánir.
Tilfar, sum lýsir broytingaruppskotið í almennu byggisamtyktini fyri Klaksvíkar kommunu er at síggja í Miðlan og á heimasíðu kommununnar: www.klaksvik.fo frá 15. juli til 5. aug. 2026. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu vera Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 26. aug. 2026. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin, viðmerkið málsnr. 24/00244.
Sí uppskotið her: Broyting í byggisamtyktini fyri A24 og G, Ánir
Býráðsskrivstovan í summarfrí
Blómudagur í Klaksvík