Tíðindi

16.07.2026
Málsviðgeri innan umhvørvi

Tekniskadeild hjá Klaksvíkar kommunu søkir eftir einum dugnaligum málsviðgera til eitt spennandi og avbjóðandi starv á umhvørvisøkinum.

Tekniska deild hevur ábyrgd av byggi- og býarskipan og byggimálsviðgerð, har umhvørvi og tilbúgving eisini eru ein natúrligur partur av arbeiðsøkinum. Harumframt hevur tekniska deild til uppgávu at umsita vegir, fríðkan, vatn, ljós, kloakkir og matrikulering við atliti at jørð, útstykkingum og grundstykkjum.

Klaksvíkar kommuna arbeiðir fram ímóti eini grønari framtíð, har býarmenning og umhvørvisatlit ganga hond í hond. Til hetta hava vit brúk fyri einum dugnaligum starvsfólki, sum brennur fyri økinum. Tú verður fakligur ábyrgdari av umhvørvismálum og kemur at umsita og arbeiða við lógarbundnum uppgávum og arbeiða miðvíst og strategiskt við umhvørvismenning í kommununi.

Krøv og væntanir til umhvørvisøkið eru vaksandi, og arbeiðið fevnir millum annað um:

  • mynduleikauppgávur og eftirlit
  • handfaring av dálking
  • loyvisviðgerð
  • djórahald
  • fyribyrging og niðurberjing av skaðadjórum
  • hegnskylda
  • viðgerð av kærum og fyrispurningum innan umhvørvið
  • fremja og varðveita náttúru og grøn øki í kommununi
     

Arbeiðið er tvørfakligt, og tú kemur at arbeiða tætt saman við umsitingini. Tú kemur eisini at umsita og menna umhvørvisverkætlanir, skipa fyri og umsita umhvørvis tiltøk og veita vegleiðing og kunning til bæði vinnulív, borgarar og almennar myndugleikar.

Hevur tú hug at arbeiða á umhvørvisøkinum og gera tína ávirkan galdandi saman við dugnaligum starvsfólkum í umsitingini, so er hetta møguliga rætta starvið til tín, har nógvar spennandi og avbjóðandi uppgávur liggja fyri framman.

Vit ímynda okkum, at tú hevur góðar málførleikar í skrift og talu, at tú dugur at arbeiða skipað, sjálvstøðugt og saman við øðrum, og so er týdningarmikið at tú ert opin og fyrikomandi í tíni atferð, og hevur góð samstarvsevni.

Lønar- og setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja 1. septembur 2026 ella eftir nærri avtalu. Starvið hevur tilvísing til tekniska stjóran.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum fíggjarmálaráðið / KAF og avvarandi fakfelag. Ynskir tú at hoyra meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Andreas Andreasen, tekniska stjóra, á telefon 280878

Tú søkir starvið við á leinkjuna her: Málsviðgeri innan umhvørvi til Klaksvíkar kommunu

Umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 2. august 2026

Onnur tíðindi
16.07.2026

Starvs­fólk til Snjallabjallu

16.07.2026

Blómudagur í besta veðri og bakandi sól

16.07.2026

Tveir sosial­ráð­gevarar til Barna­verndar­tænastuna í Norð­oyggjum