Tíðindi

25.08.2026
Norskir stórtingslimir vitjaðu í Klaksvík

Týsdagin hevði Klaksvíkar kommuna vitjan av limum úr norska stórtinginum, sum allir eru limir í Norðurlandaráðnum. Endamálið við vitjanini var at fáa størri innlit í føroysk samfelagsviðurskifti og leiklutin hjá Føroyum í norðurlendska samstarvinum.

Í býráðshúsinum bjóðaði borgarstjórin, Karl Johansen, gestunum vælkomnum, áðrenn tey vitjandi fingu framløgur um fleiri evni, sum norska sendinevndin hevði víst serligan áhuga fyri. Eisini varð greitt frá gongdini innan samfelagsmenning og fólkavøkstur í Klaksvík.
Á skránni hjá norsku gestunum var eisini vitjan hjá vinnufyritøkum, har teir fingu høvi at hoyra um arbeiðið við at tryggja og menna førleikar til fiski- og sjóvinnuna, sum framvegis er grundarsteinurin undir vinnulívinum í Norðoyggjum.
Vitjanin gav gott høvi til áhugavert kjak um felags norðurlendskar avbjóðingar og møguleikar. Bæði vertir og gestir vóru samdir um, at tað hevur stóran týdning at styrkja sambondini og læra av royndunum hjá hvørjum øðrum.
Klaksvíkar kommuna fegnast um áhugan, sum norsku stórtingslimirnir sýndu býnum og økinum, og takkar fyri góða og gevandi vitjan.

Onnur tíðindi
24.08.2026

Køksfólk til umsiting­ina hjá Klaksvíkar kommunu

21.08.2026

Fipurarbeiði í Vágsgeil

20.08.2026

Ferðslu­broyt­ingar á sjómanna­degnum