Tíðindi

24.08.2026
Køksfólk til umsitingina hjá Klaksvíkar kommunu

"Uden mad og drikke duger helten ikke" verður ofta tikið til. Tí leita vit nú eftir einum fólki, ella fyritøku, sum hevur hug at gerast partur av okkara arbeiðsumhvørvi.

Í umsitingini eru vit umleið 35 starvsfólk, sum arbeiða tætt saman í einum góðum og virkinum arbeiðsumhvørvi. Vit hjálpa hvørjum øðrum, tá tørvur er á tí, og gleða okkum at taka væl ímóti einum nýggjum starvsfelaga.

Arbeiðsuppgávur

Tú verður partur av umsitingini í býráðshúsinum, har vit eru á leið 35 fólkc. Her fært tú møguleika at seta egna dám á arbeiði og gerandisdagin.

Tú skalt millum annað:

  • Tryggja, at búnýti, kaffi og te er tøkt til fundarvirksemi.
  • Tryggja eina góða tænastu og lættari ábit til fundarvirksemi og samskipan av hesum.
  • Borðreiða lættari ábit til morgunsteðgin.
  • Borðreiða miðmála til døgurðasteðgin.
  • Til arbeiði í køkinum er sjálvandi eisini innkeyp, uppvask og lættari reingerð knýtt at og hetta verður eisini tín uppgáva.

Vit eru ikki kræsin, men seta stóran prís uppá at hava frukt frammi og okkurt grønt á borðinum til miðmála.

Hvør ert tú?

Vit vænta, at tær dámar væl at gera lættari ábit og hugna um. At tú ert røkin, dugir at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og hevur eitt gott samstarvssinni.

Setanarviðurskifti

Talan er um fast starv á 30 tímar um vikuna, ið verður lønt eftir sáttmála millum KAF og arbeiðarafeløgini.
Um arbeiðið verður útint av fyritøku, verður avroknað mánaðarliga. Arbeiðstíðin er í dagtímunum og verður skipað eftir virkseminum í umsitingini, tó í mestan mun millum kl. 8.30 og 14.30. Starvsbyrjan er 1. oktobur ella eftir nærri avtalu.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Onnu Maria Joensen, stjórnarfyrisitara, á tlf: 224434.

Kundi tú hugsað tær at arbeitt saman við okkum? Send okkum so nakrar reglum um teg áðrenn 7. septembur 2026.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Køksfólk til umsitingina

Onnur tíðindi
21.08.2026

Fipurarbeiði í Vágsgeil

20.08.2026

Ferðslu­broyt­ingar á sjómanna­degnum

19.08.2026

Býli skal umvæla tekjuna á brandstøðini