Tíðindi

26.08.2026
Dátueftirlitið hevur lokað málið um trygdarbrotið í 2024

Klaksvíkar kommuna hevur nú fingið endaligt svar frá Dátueftirlitinum í sambandi við trygdarbrotið, sum rakti kommununa í september 2024. Dátueftirlitið metir, at arbeiðið, sum kommunan hevur framt eftir netálopið, er nøktandi, og hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið. 

Eftir áheitan frá Dátueftirlitinum hevur kommunan mett um verandi KT-trygd, gjørt eina neyva váðameting og dagført sítt trygdargrundarlag. Harafturat hevur kommunan endurskoðað sín KT-trygdarpolitikk og styrkt arbeiðið við kunningartrygd og dátuvernd. 
Í endaligu metingini staðfestir Dátueftirlitið, at Klaksvíkar kommuna hevur gjørt eina gjølla og skipaða váðameting og sett tiltøk í verk fyri at minka um váðan fyri, at líknandi trygdarbrot kunnu raka kommununa í framtíðini. 
Klaksvíkar kommuna fer framhaldandi at arbeiða miðvíst við KT-trygd, dátuvernd og áhaldandi betringum av trygdarstøðinum hjá kommununi, og kommunan fegnast um, at málið nú er lokað.
 

Onnur tíðindi
26.08.2026

Virkið Heyst verður aftur í oktober

25.08.2026

Norskir stórtingslimir vitjaðu í Klaksvík

24.08.2026

Køksfólk til umsiting­ina hjá Klaksvíkar kommunu