Tíðindi

01.09.2026
Súkklukapping í Klaksvík 6. september

Leygardagin 6. september verður FM í tíðarsúkkling hildið í Klaksvík. Kappingin byrjar klokkan 09.00 og verður væntandi liðug umleið klokkan 11.00.

Í sambandi við kappingina verður heitt á bilførarar um at vísa størsta varsemi á vegunum. Kommunan hevur ikki ætlanir um at stongja vegir, men vaktir fara at standa fram við allari rutuni fyri at tryggja eina trygga avgreiðslu av kappingini.

Rutan gongur frá býráðshúsinum, út á Bumshamar, eftir vegnum undir Klakki, út á Norðoyri og síðani aftur til býráðshúsið. Startur og mál eru við býráðshúsið í Klaksvík.

Roynd fram ímóti Oyggjaleikunum

Tað serliga við kappingini er, at hon eisini verður nýtt sum ein roynd fram ímóti Oyggjaleikunum, sum verða hildnir í Føroyum í juli 2027.

Kappingin er skipað sum einkultstartur. Hetta merkir, at súkklararnir ikki koyra í stórum riðlum, men fara ein og ein út á rutuna og gjøgnum býin.

Fyriskipararnir hava gjørt nógv burtur úr trygdini, og dómarar úr Danmark verða við til at tryggja, at kappingin verður hildin sambært galdandi reglum.

 

Onnur tíðindi
02.09.2026

Almenn móttøka fyri Logos Hope í Klaksvík í dag

31.08.2026

Kloakkir í Klaksvík skulu hosufóðrast

28.08.2026

Kunning um ljóðmát­ingar í Norð­havnini