Tíðindi

02.09.2026
Almenn móttøka fyri Logos Hope í Klaksvík í dag

Í dag klokkan 16.30 verður almenn móttøka fyri Logos Hope í Klaksvík. Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum verður hildið í sambandi við vitjanina.

Klaksvíkar kommuna bjóðar kaffi og køku til tey vaksnu, og okkurt gott verður eisini til børnini. Klaksvíkar Hornorkestur luttekur og fer at seta sín dám á løtuna.

Klokkan 17.00 fer barnakórið á Skúlatrøð at syngja, og eftir framførsluna verða røður hildnar. Beinir Johannesen, løgmaður, og Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, fara báðir at bera fram heilsanir.

Frá klokkan 17.30 verður opið fyri almenninginum umborð á Logos Hope. Tá fáa gestir høvi at uppliva skipið og vitja stóru flótandi bókasøluna. Logos hope verður liggjandi í Klaksvík til sunnudagin 6. september.

Øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna.

Onnur tíðindi
01.09.2026

Súkklukapping í Klaksvík 6. september

31.08.2026

Kloakkir í Klaksvík skulu hosufóðrast

28.08.2026

Kunning um ljóðmát­ingar í Norð­havnini