Tíðindi
Vísandi til grein 7 í Býarskipanarlógini*, sendi Klaksvíkar kommuna tann 30.10.2025 Umhvørvismálaráðnum (nú Heilsu- og orkumálaráðið) uppskot til endurskoðan av byggisamtyktini fyri Klaksvíkar kommunu til góðkenningar.
Uppskotið lá frammi til viðmerkingar frá 10. juni – 1. juli 2025; seinasta freist at kæra og viðmerkja uppskotið var 22. juli 2025. Inn kom eitt broytingaruppskot, ið verður viðgjørt sum eitt sjálvstøðugt mál.
Høvuðsendamálið við endurskoðanini av byggisamtyktini er at dagføra almennu ásetingarnar í byggisamtyktini, so tær eru í samljóði við bygningskunngerðina (BK17), tí ávísingar og loysnir í kunngerðini eru meira viðkomandi og tíðarhóskandi í dag.
Somuleiðis eru nýggjar ásetingar lagdar aftrat almenna ásetignartekstinum t.d. girðing, lýsing av vegaøki, heimildir viðvíkjandi nýtslu av fríøkjum og grundøkjavídd í samband við útstykkingar og annað.
Meginparturin av økisásetingunum (økispørtunum) í kommununi eru endurskoðaðir, har reguleringar eru gjørdar í einum størri høpi, t.d. dagføring í mun til BK17, tilvísingar og kort, fjølbroyttar bústaðarloysnir, smærri búeindir og greiðari nýtslulýsing.
Onkrar reguleringar eru gjørdar í lendisskipanunum (økispørtunum), millum annað er eitt nýtt øki við ásetingini F3 – frítíðar- og ferðavinnuøki lagt út á Trøllanesi, og nýggir økispartar A34 til frama fyri einum komandi elradepli úti í Grøv.
Býarskipanarnevnd Landsins hevur havt málið til viðgerðar og hevur viðmælt ráðnum at góðkenna endurskoðaðu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu. Heilsu- og orkumálaráðið tekur somuleiðis undir við viðmælinum frá Býarskipanarnevndini og hevur við heimild í grein 4 í Býarskipanarlógini góðkent endurskoðaðu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu.
Byggisamtyktin sæst her: Galdandi byggisamtykt - Klaksvíkar kommuna
* Býarskipanarlógini: Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 2. mai 2025.
35 nýggj barnagarðspláss í Baldursbrá
Móttøka í Baldursbrá