Tíðindi
Integratión NorðEystur bjóðar borgarum til kunningarfund á Miðnámi á Kambsdali hósdagin 29. oktober 2026.
Fundurin er ætlaður fólki, sum nýliga eru flutt til Føroyar, og hevur til endamáls at geva eina góða innleiðslu í føroyska samfelagið. Luttakararnir fáa kunning um føroyska mentan, gerandisdagin, rættindi og skyldur, umframt innlit í tær tænastur og møguleikar til borgarar í Føroyum. Afturat hesum verður høvi at hitta onnur nýkomin, útveksla royndir og knýta sambond.
Fundurin verður hildin:
Hósdagin 29. oktober 2026
Klokkan 18.20 til 19.20
Miðnám á Kambsdali, Dalsvegur 1, Fuglafjørður
Tað er ókeypis at luttøk, og øll áhugað eru hjartaliga vælkomin. Nærri kunning á www.ine.fo
Undirvísingartilboð í føroyskum sum annaðmál byrjar í januar 2027. Umsóknarfreist er 15. november.
Les mera her: Faroese as a second language courses
Dagrøktarar til Klaksvíkar kommunu
Vegarbeiði í miðbýnum