Tíðindi

20.10.2026
Dagrøktarar til Klaksvíkar kommunu

Veist tú hvat eyðkennir arbeiði sum dagrøktari, og hevur tú hug at hava eitt smábarnatilboð í egnum heimi?

Arbeiði sum dagrøktari er bæði spennandi og mennandi, eins og tað krevur áhuga og góðar førleikar at vera um smábørn. Vit arbeiða út frá einari tilgongd, har smábarnið hevur rætt til ein tryggan og mennandi gerandisdag við positivum samspæli millum vaksin og børn. Eisini er umráðandi, at børnini hava eitt virkið inni- og útilív.

Arbeiðsstaðurin er í tínum egna heimi og í Spælistovuni á Brekku 36 í Klaksvík. Sum dagrøktari hevur tú 3 til 4 børn í aldrinum frá tíggju mánaðum til trý ár, og hetta gevur tíð til nærveru og umsorgan fyri tí einstaka barninum í smáum bólkum. Í løtuni starvast 14 dagrøktarar í skipanini.

Vit ynskja, at tú:

  • hevur áhuga fyri at skapa eitt mennandi smábarnaumhvørvi.
  • hevur góð evni til at skilja smábørn og kanst hava eitt viðurkennandi og gott samskifti við øll foreldur.
  • hevur hug og tol til at samspæla við børnini gjøgnum dagin og soleiðis byggja eina trygga relatión millum tannvaksna og børnini.
  • í verki gevur børnunum ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag, har virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum er kjarnan.
  • hevur góða sálarliga og likamliga heilsu og trívist við at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í einum bólki, har felagsskapurin verður raðfestur.
  • ert sinnað/ur at samstarva við starvsfelagar og onnur fakfólk fyri at stuðla undir eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi.
  • Heimið má vera smábarnavinarligt við plássi til aldurssvarandi leiku og umhvørvi til virkið spæl, róligt spæl og samspæl. Útiøkið skal vera við girðing og møguleikum fyri spæli og rørslu uttanfyri og/ella í nærumhvørvinum. Eisini skal pláss vera fyri sovivognum og tvíburðavogni.

Umsókn og setanarviðurskifti
Starvið verður sett eftir nærri avtalu, og fyrstu tríggjar mánaðirnir eru royndartíð. Dagrøktarskipanin arbeiðir eftir dagstovnalógini.

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið. Arbeiðstíðin er millum kl. 7.30 og 17.15.

Barnaváttan krevst frá dagrøktaranum og øðrum yvir 15 ár, sum búgva á matriklinum, og sum kunnu væntast at koma í samband við dagrøktarbørnini.

Eftir tríggjar mánaðir verður ein eftirmetingarsamrøða hildin um, hvussu royndartíðin hevur gingist.

Um hetta hevur vakt tín áhuga, ert tú vælkomin at ringja til Fríðunn Jacobsen, leiðara, á telefon 554119. Eg svari fegin spurningum.

Umsókn saman við lívsrensli (CV) skal sendast okkum seinast týsdagin 17. november 2026. Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Dagrøktari til Klaksvíkar kommunu

Onnur tíðindi
20.10.2026

Kunningarfundur fyri tilflytarar á Miðnámi á Kambsdali

18.10.2026

Vegarbeiði í miðbýnum

14.10.2026

Býarbussu­rin koyrir aftur á middegi