Tíðindi

28.10.2026
Starvsfólk til Blákolluna (longd freist)

Vit leita eftir námsfrøðing, atstøðing ella hjálparfólk í okkara góða starvsfólkahóp. Og veist tú hvat? Børnini gleða seg at spæla og uppliva ting saman við tær.

Um Blákolluna

Blákollan er kommunalur dagstovnur, ið lat upp í 2001. Stovnurin liggur á Kjalarvegnum, við haga í nærumhvørvinum, og her búleikast vit í húsum í trimum hæddum, við eini stovu á hvørjari hædd. Vit hava tvær barnagarðsstovur við íalt 32 børnum og eina vøggustova við 10 børnum.

Sum námsfrøðingur í Blákolluni ert tú, saman við starvsfelagum tínum, við til at seta dám á námsfrøðiliga virksemi á stovninum, so at børnini fáa ein tryggan, mennandi, innihaldsríkan og stuttligan dag.

Vit arbeiða í løtuni við at endurnýggja okkara námsætlan, so ert tú nýhugsandi og torir at taka ábyrgd og avgerðir, so kann hetta verða eitt spennandi starv fyri teg.

Vit bjóða tær:

  • Ein spennandi stovn ið er í menning viðvíkjandi námsætlan og virðisgrundarlag
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvið
  • Fakligar og persónligar avbjóðingar
  • Ein góðan, jaligan og vælvirkandi starvsfólkahóp
  • Ein stovn, ið arbeiður við Betri Vinum
  • Tveir ráðleggingardagar um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum, og trivnaðarfremjandi átøkum

Vit vænta, at tú:

• Hevur útbúgving, royndir ella áhuga at arbeiða við børnum

• Hevur ein savnandi hugburð

• Ert opin, erlig/ur og fyrikomandi

• Hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið

• Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar

• Sær møguleikar fram um forðingar

• Vil vera við til at mynda stovnin framyvir

 

Setanarviðurskifti:

Talan er um eitt starv, á 30 tímar at byrja 9. november 2026 ella eftir nærri avtalu. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Um so er, at ikki øll størvini verða mannaði við námsfrøðingum, kann atstøðingur ella hjálparfólk verða sett í eitt tíðaravmarkað starv.

Vit hava eisini tørv á avloysarum av og á, hevur hetta tín áhuga ert tú vælkomin at seta teg í samband við stovnsleiðaran.

Skrivlig umsókn, saman við prógvi og viðmælum skal vera okkum í hendi seinast 3. november 2026, arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Blákolluna

Um hetta er nakað, tú brennur fyri, og vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Unn Jarnskor Ellingsgaard, leiðara á tlf. 238895.

Onnur tíðindi
23.10.2026

Dagføringar gjørdar í Badminton­høllini

21.10.2026

Viðmerking til tíðindaskriv um NMC PROTECTOR

20.10.2026

Dagrøktarar til Klaksvíkar kommunu