Tíðindi

05.11.2026
Starvsfólk til Snjallabjallu

Okkum tørvar fleiri hendur, og tí søkja vit eftir tveimum námsfrøðingum, atstøðingum ella hjálparfólkum til frítíðarskúlan Snjallubjallu. Snjallubjalla er frítíðarskúlin hjá Klaksvíkar kommunu og virkar á trimum ymiskum støðum: á Skúlavegi 1, í GarðaLisu og í norðara enda av KÍ-høllini.

Tá skúladagurin er liðugur hjá fittu børnunum í 1. og 2. flokki, koma tey yvir til Snjallubjallu. Her koma dagliga umleið 165 børn, og vit eru 26 starvsfólk, sum arbeiða í upplatingartíðini millum kl. 11.00 og 17.00.

Snjallubjalla skal vera eitt mennandi og gott umhvørvi at vera í. Vit leggja millum annað dent á:

  • Skikkað starvsfólk. Tað merkir sjónlig, jalig og virkin starvsfólk, sum í góðum samstarvi eru skapandi og duga at seta seg inn í tørvin hjá børnunum út frá teirra fortreytum. Sum starvsfólk í serstovu verður væntað, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og hevur áhuga í at seta teg inn í samskiftisamboð, so sum Tekn til talu, piktogramm og annað líknandi.
  • Gott sosialt umhvørvi. Tað merkir, at øll laga seg eftir hvørjum øðrum við ábyrgd og virðing. At hvør einstakur fær umsorgan og tryggleika. At børnini kunnu spæla saman uttan mun til flokk, aldur, kyn og áhugamál, og at dentur verður lagdur á frið og samljóð.
  • Samskifti. Tað merkir, at vit ynskja eitt tætt og skapandi samstarv millum foreldur, skúla og frítíðarstovn. Harumframt, at eitt gott og samskipað kunningarstøði er millum skúlan og frítíðarstovnin.
  • Góðar karmar. Tað merkir, at karmarnir um og innihaldið í frítíðarstovninum verða vird. At rásarúm er til ymisk virksemi í tryggum kørmum, og at pláss er fyri tí einstaka.


Um starvið
Sum starvsfólk skalt tú saman við børnunum seta tiltøk og virksemi í gongd og soleiðis vera við til at gera dagin á frítíðarstovninum spennandi og mennandi.

Lønar- og setanarviðurskifti
Talan er um tvey størv á 25 tímar um vikuna við starvsbyrjan skjótast gjørligt. Møguleiki er eisini at arbeiða færri tímar, um tú til dømis gongur í skúla og ynskir at arbeiða nakrar tímar um vikuna.

Lønar- og setanarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag. Arbeiðsgevarin hevur skyldu at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, og hevur tú hug at vita meira um størvini og stovnin, kanst tú venda tær til Beintu Klakstein, leiðara, á telefon 218878.

Skrivlig umsókn, saman við viðkomandi skjølum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 19. november 2026.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Snjallubjallu

Onnur tíðindi
05.11.2026

STÁSTÍÐ í Klaksvík

29.10.2026

Minningarhald teirra sjólátnu

28.10.2026

Býráðsskráin 29. oktober