Tíðindi

05.11.2026
STÁSTÍÐ í Klaksvík

STÁSTÍÐ – Klaksvík bjóðar til eitt vikuskifti við shopping, mentan, mati og vælveru

Eitt heilt serligt vikuskifti er í væntu í Klaksvík, tá býurin bjóðar til Stástíð – eitt tiltak, har handlar, matstøð, mentan og vælvera ganga hond í hond og skapa karmar um góðar upplivingar, hugna og lív í býnum.

Stástíð er eitt handilsligt og mentanarligt tiltak, har Klaksvík fer at vísa seg frá síni bestu síðu. Eitt vikuskifti, har vit gera eitt sindur eyka burtur úr, geva okkum stundir at njóta løtuna og lata okkum inspirera av øllum tí, sum býurin hevur at bjóða.

Handlarnir fara at hava longri opið, og saman við matstøðum, mentanarligum upplivingum og vælverutilboðum verður lagt upp til eitt vikuskifti, har sansirnir verða forkelaðir.

Shopping, smakkiupplivingar og hugni

Stástíð er meira enn ein vanligur handilsdagur. Tað snýr seg um at skapa eina heildaruppliving, har tú kanst fara ein túr í handlarnar, njóta ein góðan bita, uppliva mentan og samstundis geva tær sjálvum eina løtu við vælveru og njótilsi.

Leygardagin verður opið heilt til kl. 24.00, og sunnudagin heldur Stástíð fram frá kl. 14.00 til 20.00.

 

Við hesum verður møguligt at uppliva Klaksvík á ein annan hátt – eisini tá kvøldið kemur, og býurin fær ein serligan dám av ljósi, lívi og hugna.

Endamálið er at skapa eitt afturvendandi tiltak, sum styrkir Klaksvík sum ein spennandi handils- og upplivingarbý, har fólk ikki bara koma at keypa, men eisini at njóta, uppliva og vera saman.

Stástíð er eisini ein áminning um, hvussu nógv vit hava at bjóða í nærumhvørvinum, og hvussu týdningarmikið tað er at stuðla undir lokala vinnulívið.

 

Gev tær stundir – njót Stástíð

Hvørt tú hevur hug til eina hugnaliga shoppingferð við vinfólkum, eina góða máltíð, eina mentanarliga uppliving ella eina løtu við vælveru, so er Stástíð eitt gott høvi at gera eitt sindur eyka burtur úr vikuskiftinum.

 

Set kross í kalendaran og gleð teg til Stástíð í Klaksvík – eitt vikuskifti við upplivingum fyri allar sansir.

 

Onnur tíðindi
05.11.2026

Starvs­fólk til Snjallabjallu

29.10.2026

Minningarhald teirra sjólátnu

28.10.2026

Býráðsskráin 29. oktober