Tíðindi
Í sambandi við Torradagarnar, sum verða í Klaksvík 15. – 20. februar 2027 verður ein skrivikapping útskrivað. Talan er um eina stuttsøgukapping, og uppgávan er at skriva eina stuttsøgu, sum liggur millum 1.200 – 1.500 orð. Stuttsøgan skal verða skrivað á føroyskum og ikki vera útgivin áður.
Virðislønir:
Latnar verða 1. og 2. virðisløn á kr. 10.000,- og 5.000,-. Dómsnevndin tilskilar sær rætt til at avgera, um virðislønir verða latnar.
Tað er ikki ein fyritreyt, at tú hevur verið á Flemish Kap fyri at lata uppskot inn til skrivikappingina.
Stuttsøgukappingin er opin, og kunnu øll luttaka. Tað er frítt at skriva eftir egnum ynski, har søguheitið er “Flemish Kap”.
Stuttsøgan skal verða dómsnevndini í hendi í seinasta lagi 15. januar 2027.
Handritið skal latast inn sum wordskjal og latast umvegis teldupost: torradagar@klaksvik.fo í seinasta lagi 15. januar 2027 kl.18. Navn og bústaður á rithøvundi skal upplýsast.
Stuttsøgan verður síðani latin dómsnevndini ónavngivin.
Í dómsnevndini sita Dorit Hansen, Eilen Anthoniussen og Annika Egholm. Vinnararnir verða avdúkaðir á samkomu á Torradagunum, leygardagin 20. februar 2027. Lýst verður nærri í Torraskránni.
Skrúvað verður fyri vatninum undir Brúnni
Biskupsstøðgøta verður breiðkað