Tíðindi

06.11.2026
Biskupsstøðgøta verður breiðkað

Arbeiðið við at betra um bussviðurskiftini fram við Biskupsstøðgøtu er nú farið í gongd. Sum liður í hesum verða busslummar gjørdir báðu megin vegin á strekkinum millum Varpið og Norðoya Sparikassa. Í hesum sambandi verða runnarnir á suðursíðini tiknir burtur.

Vanliga verður økið prýtt við ljósum í jólatíðini, men tað letur seg tíverri ikki gera í ár. Nøkur av teimum størru trøunum verða tó varðveitt og flutt í lundina við skúlan.

Vegaarbeiðið fevnir um at breiðka vegin við umleið trimum metrum fyri at gera pláss til busslummarnar. Tá arbeiðið er liðugt, verða nýggir runnar settir aftur sunnanfyri fortovið.

Endamálið við verkætlanini er at tryggja betri og tryggari umstøður fyri bussferðsluna, serliga fyri skúlabørn, sum dagliga ferðast til og frá skúla.

Við teimum nýggju busslummunum verða busssteðgiplássini flutt úr miðbýnum til Biskupsstøðgøtu, har góð og rúmlig viðurskifti verða á báðum síðum av vegnum.

Onnur tíðindi
05.11.2026

Skrúvað fyri vatninum á eystur­síðuni

05.11.2026

STÁSTÍÐ í Klaksvík

05.11.2026

Starvs­fólk til Snjallabjallu