Tíðindi
Vit leita eftir einum tænastusinnaðum og fyrikomandi skrivstovufólki til eitt farloyvisstarv á 35 tímar um vikuna. Starvið verður sett frá 15. januar 2027 til 15. februar 2028.
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum fevnir um allar Norðoyggjar. Saman við tær eru vit 8 starvsfólk við ymiskum fakligum førleikum, sum mynda Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum, millum annað sosialráðgevarar og sálarfrøðingur. Vit húsast saman við Trivnaðardeildini Børn & Ung hjá Klaksvíkar kommunu.
Um starvið:
Sum skrivstovufólk hjá okkum kemur tú at vera partur av móttøkuni sum er mannað við tveimum starvsfólkum og nógvum fjøltáttaðum arbeiðsuppgávum. Tú kemur, í tøttum samstarvi við starvsfólkini, at virka sum bindilið ímillum borgaran, samstarvspartar og umsitingina har høvuðsuppgávan fevnir um at veita eina góða tænastu, hetta er bæði umvegis telefon, teldupost og tá fólk koma á gátt.
Arbeiðsuppgávan fevnir m.a. um:
- Partur av móttøkuni á Trivnaðardeildini Børn & Ung
- Journalisering
- Samskipa og innkalla til fundir
- Fyrireika avgreiðslu av innlitsumbønum
- Skrivari á fundum hjá Barnaverndarnevndini
- Luttaka og fyrireika tvørfakligar fundir
- Skráseta hagtøl
- Ávísar uppgávur ísbv. samsýning til fosturforeldur
Vit leita eftir starvsfelaga, sum:
- Hevur útbúgving sum skrivstovufólk ella líknandi, og royndir innan almenna fyrisiting kann vera ein fyrimunur
- Hevur kunnleika og royndir innan journalisering.
- Hevur góðar málsligar førleikar, serliga á føroyskum
- Kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit
- Er tænastusinnað og álitisfult
- Tolir at arbeiða undir trýsti
- Tolir at vera avbrotin í sínum arbeiði
- Er fyrikomandi, røkin og jaligt
- Hevur góð evni at samstarva, samskifta og samskipa
Vit bjóða tær:
- Eitt gott arbeiðspláss, góðan starvsfólkahóp og spennandi starv
- Møguleikar fyri fakligari menning
- Góðar starvsfelaga
- Eitt arbeiðspláss, ið raðfestir sosial tiltøk og trivnað
Setanarviðurskifti:
Talan er um eitt farloyvisstarv á 35 tímar um vikuna. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Starvsfelagið, lønarflokkur 5, at byrja 15. januar 2027, ella skjótast til ber, og fram til 15. februar 2028.
Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Tonju Sonhardsdóttir, leiðari fyri barnaverndina, á telefon 410081, ella teldupost tonja@klaksvik.fo.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Umsókn:
Umsókn, saman við avriti av prógvi, CV, reinari revsiváttan og møguligum starvsváttanum, skal
vera okkum í hendi seinast sunnudagin 6. desembur 2026.
Tú søkir starvið við á leinkjuna her: Starvsfólk til Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum
jólatræið í Vágstúni verður tendrað
Stuttsøgukapping á Torradøgum 2027