Tíðindi

20.11.2026
Sáttmáli undirskrivaður um útbygging á Grótrætt

Fyrrapartin í dag skrivaðu Karl Johansen, borgarstjóri, og Jákup Martin Kjeld, stjóri á Rókini, undir sáttmála um víðkan av havnaøkinum á Grótrætt.

Sáttmálin fevnir um arbeiðið at fylla út økið millum verandi molar á Grótrætt, har felagið Rókin á Glyvrum hevði lægsta tilboðið.

Verkætlanin er liður í arbeiðinum at menna og styrkja havnalagið á Grótrætt. Við útbyggingini verður eitt størri og meira samanhangandi kaiøki gjørt, sum kann nýtast til vinnu- og havnarvirksemi.

Umframt sjálva útfyllingina millum molarnar er eisini avtalað at víðka kaiøkið. Hetta merkir, at kaiøkið verður fylt út níggju metrar longur út enn í dag. Við hesum fæst eitt størri arbeiðsøki á landi, samstundis sum keikanturin kemur út á djúpari sjógv. Tað gevur betri møguleikar at taka ímóti størri skipum og betrar um nýtslumøguleikarnar á økinum sum heild.

Verkætlanin er somuleiðis ein avgerandi liður í ætlanunum hjá Magn, sum arbeiðir við at økja munandi um oljugoymsluna á Grótrætt.

Samlaða kostnaðurin fyri verkætlanina er uml. 9,5 mió. kr.

Onnur tíðindi
20.11.2026

Skoytubreytin letur upp í dag!

19.11.2026

Skrivstovu­fólk til Barna­verndar­tænastuna í Norð­oyggjum

19.11.2026

jólatræið í Vágstúni verður tendrað