Tíðindi

25.11.2026
Tíðaravmarkað undantaksloyvi givið til taðing í Árnafirði

Klaksvíkar kommuna hevur tann 25. nov. 2026, givið Arna Sólheyg tíðaravmarkað undantaksloyvi at taða á matr. nr. 64 og 65, Árnafjørður, fram til 20. des. 2026.

Undantaksloyvið er givið við heimild í kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing, sum broytt við kunngerð nr. 11 frá 18. februar 2020. Víst verður til §6, stk. 3, har stendur, at kommunan kann í serligum førum geva einum ábyrgdara tíðaravmarkað undantaksloyvi til at taða.

Undantaksloyvið er givið við teirri treyt, at allar ásetingarnar í kunngerðini annars verða hildnar.

Lendiseigarar hava givið loyvi til taðing á áður nevndu matriklum.

Onnur tíðindi
25.11.2026

Information meeting for newcommers at Miðnám á Kambsdali

25.11.2026

Tekningin hjá Vón prýðir jóla­kortið

23.11.2026

Jóla­trø­ini í Klaksvíkar kommunu