Tíðindi
Leygardagin 28. november kl. 16.00 verður jólatræið í Vágstúni tendrað.
Gimmi Olsen, prestur og Karl H. Johansen, borgarstjóri halda røðu, Klaksvíkar Hornorkestur spælir hugnaligan jólatónleik. Eisini hava vit frætt, at jólamaðurin kemur at tendra jólatræið og hevur biðið Trøllapætur og ommudidd um at hjálpa sær. Pakkar verða til børnini og aftaná verður ein kaffimunnur í Varpinum.
Jólatræið í Árnafirði verður tendrað leygardagin 28. november kl. 17.30. Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Boðið verður til ein kaffimunn í gamla bygdahandlinum eftir haldið.
Jólatræið í Ánunum verður tendrað mánakvøldið 30. november kl. 18.00. Heini Mohr heldur røðu og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Boðið verður kaffimunnur aftaná.
Jólatræið á Norðoyri verður tendrað mánakvøldið 30. november kl. 18.30. Sigrið Mikkjalsdóttir heldur røðu og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Boðið verður til drekkamunn í barnagarðinum aftaná.
Kalsoy:
Jólatræið verður tendrað á Húsum hóskvøldið 3. december kl. 18.00. Spælt verður við træið og í kirkjuni – aftaná verður boðið til ein drekkamunn í bygdahúsinum. Fríða Isaksen, heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
Sam siglir í hesum sambandi av Klaksvík kl.17.15 og av Syðradali kl. 20.00. – Bussur er við í ferðini.
Svínoy:
Jólatræið í Svínoy verður tendrað leygardagin 5. desember kl. 16.00. Turið Jacobsen, heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Ritan fer av Hvannasundi kl. 14.45, og Ritan siglir leiguferð úr Svínoy kl. 17.30.
Sáttmáli undirskrivaður um útbygging á Grótrætt
Skoytubreytin letur upp í dag!