Frípláss

Umsókn um frípláss

Borgarar, ið lúka ásettu treytirnar, kunnu søkja um frípláss til barnaansing. Rætturin til frípláss verður roknaður eftir útrokningartalvu frá Almannaverkinum, sum verður dagførd hvørt ár.

Meiri kunning um stuðul og gjøld til barnafamilur - herundir útrokningartalva tl frípláss, er á hesi leikjuni:

Tá støða skal takast til, um ein umsøkjari er einsamallur ella ikki, er bústaðurin í fólkayvirlitinum ikki avgerðandi, men um umsøkjarin livir saman við øðrum, sambúgvandi ella giftur, og er hetta eisini galdandi, hóast viðkomandi ikki er foreldur at barninum/børnunum. Smb. §2, stk. 3 í Kunngerð nr. 88 frá 17. juni 2009.
Hvør hevur rætt til fíggjarligt frípláss? Les nærri her: Rætturin til fíggjarligt frípláss
Legg til merkis: Um frípláss áður er játtað barninum, so skal søkjast av nýggjum innan 1. juli. Kemur umsókn inn eftir hetta dato, eru reglurnar í §6 galdandi, sum er 1. í mánaðnum eftir, at umsóknin er send inn.
* um umsøkjari hevur búð uttanlanda, so skal útlendsk uppgerð viðfestast
* T.d. leiguinntøkur, váttan frá Studna ella aðrar b-inntøkur)
Sum skjalaprógv fyri inntøkur hava vit brúk fyri kontoavrit av inntøku fyri í fjør og kontoavrit av inntøku higartil í ár hjá umsøkjara/maka frá TAKS.

Um umsøkjari/maki hevur aðra inntøku, ið ikki sæst á uppgerð frá Taks, skulu skjøl fyri hesa inntøku eisini viðleggjast.