Tíðindi
15.05.2018
Boðini innkomin til Bláa skýlið
Innkomnu tilboðini uppá arbeiðstøku í samband við verkætlanina Bláa skýli, vórðu latin upp í Býráðshúsinum í dag.
Talan er um eina spennandi verkætlan, sum arbeitt hevur verið við leingi, og Bláa skýlið er somuleiðis ein liður í heildarætlanini fyri stadionøkið, sum við hesum og øðrum komandi verkætlanum kemur at lúka altjóða krøv.
Arbeiðið er bólkað í trý: høvuðsarbeiðstøka, EL og HVS, og trý tilboð komu inn i hvørjum bólki.
Norðhús vann útbjóðingina um høvuðsarbeiðstøku, ímeðan El-in og Blikksmiðjan vunnu útbjóðingina av ávíkavist EL og HVS arbeiðnum.
Tilboðini fyri tær tríggjar arbeiðstøkurnar eru soljóðandi:
Høvuðsarbeiðstøka: Norðhús, 13.994.000 kr.
HVS: Klaksvíkar blikksmiðja, 1.008.528,90 kr.
EL: El-in, 565.079,13 kr.
Onnur tíðindi
20.05.2026
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossum
20.05.2026
Varaleiðari og námsfrøðingar til Blákolluna
19.05.2026
Almennur fundur um undirsjóavatunnil í Kalsoynna
12.05.2026