Tíðindi

16.11.2017
Vælveruøki í Svimjihøllini ávegis

Farið verður nú undir vælverudepil við gosbað, dampbað og infrareyðari saunu í Svimjihøllini. Sáttmálin við veitarar varð undirskrivaður í dag, og arbeiðið byrjar sum skjótast.

Klaksvíkar svimjihøll er millum best umtóktu og vitjaðu støðini í Norðoyggjum og seinastu árini er populariteturin vaksin í tráð við, at dagføringar og umvælingar líðandi eru framdar í svimjihøllini. Næsta fet á vegnum er vælverudepilin, sum eftir ætlan verður tikin í nýtslu komandi summar.

Saman við Signhild V. Johannesen, forkvinnu í Mentanarnevndini og Torkil Mørkøre, leiðara í svimjihøllini, hitti Jógvan Skorheim, borgarstjóri veitararnar til undirskriving av sáttmála um arbeiðstøku í dag. Arbeiðið við vælverudeplinum byrjar tí sum skjótast og verður eftir ætlan liðugt á sumri 2018.

- Svimjihøllin er eitt ómetaliga gott og vælumtókt tilboð, sum hevur rættilga nógv vitjandi hvørja viku, og við nýggja vælveruøkinum verður samlaða tilboðið uppaftur betri. Samspælið millum gosbað, heilsuklivar, infrareyða saunu og pottar við eitt nú køldum vatni ger eisini umstøðurnar serstakliga góðar fyri eitt nú úrvalsítróttafólk og onnur, sum vilja forkela seg sjálvi. Á langtíðaríløguætlanini hjá Býráðnum eru eisini pengar settir av til umvæling av hyljunum í svimjihøllini, so har verða dagføringar framdar líðandi, og eg eri fullvísur í, at tað hevur nógv at siga fyri trivnaðin og menningarmøguleikarnar á ítróttar- og frítíðarøkinum yvirhøvur, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Frammanundan eru nýggjar saunur í báðum skiftingarrúmum, men hesar eru siðbundnar dampsaunur við koli, meðan saunan í nýggja vælveruøkinum verður hitað við infrareyðari hitatøkni eins og vit kenna tað frá heilsuklivunum, sum eru í svimjihøllini frammanundan.

Verkætlanin í stuttum:

  • Vælverudepil í Klaksvíkar svimjihøll
  • Gosbað, infrareyð sauna, brúsuumstøður og øki til pottar
  • Kostnaðarætlan: góðar 3 milliónir
  • Tíðarætlan: klárt at taka í nýtslu á sumri 2018
  • Arbeiðstakarar: Norðhús, Aquaplan, JP-EL og Signar Kallsberg
Onnur tíðindi
01.05.2024

Virkin spurnarkapping

01.05.2024

Byggisamtyktarbroyting fyri E5 (miðstaðarøkið)

30.04.2024

Ferðslan 4. mai

30.04.2024

Námsfrøð­ingur til vøggustovuna Lítlabjørn