Tíðindi
01.07.2012
Eftirmetingarfundur í samband við vitjan av ferðamannaskipi
Cruise-samskiparin boðar nú til eftirmetingarfund í býráðshøllini mánadagin 2. juli 2012 kl. 17:00, har einasta mál á skránni er eftirmeting av tiltakinum og móttøkuni av vitjanini hjá Jewel of the Seas.
Finn Johannesen, cruise-samskipari hjá Klaksvíkar Havn og kommununi, fekk eina bragdliga byrjan í starvinum við fyrstu vitjanini, har túsundtals ferðafólk vóru á vitjan, tá ið stásiliga og stóra ferðamannaskipið, Jewel of the Seas, var á Klaksvík týsdagin 26. juni 2012.
- Hetta setti sín stóra dám á býin, og Føroyar við, og vóru nógvar vitjanir, sølustøð, útferðir o.a. á skránni, sigur samskiparin, ið nú boðar øllum, ið á ein ella annan hátt luttóku ella eru áhugað í at vera við, til eftirmetingarfund í býráðshúsinum.
- Mánadagin 2. Juli 2012 kl. 17.00 verður eftirmeting av tiltakinum og móttøkuni av vitjanini hjá Jewel of the Seas.
- Heitt verður tí á øll – ið á ein hvønn hátt luttóku og virkaðu við, og/ella sum eru áhugaði í at verða við, bjóða seg fram og/ella vilja selja eitt hvørt – um at møta í býráðshúsinum mánadagin 2. juli 2012 kl. 17.00 til kunning, prát og eftirmeting, ljóðar fráboðanin frá Finn Johannesen, cruise-samskipara, sum hevur fartlf. 21 71 71.
Við ynskjum um góða uppmøting.

Onnur tíðindi
12.02.2026
Miðlan stongt 13. februar
12.02.2026
Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá Formula
11.02.2026
Torraskráin 2026 er tøk
10.02.2026