Tíðindi

09.09.2025
Boða frá vespubýli

Vespur duga væl at goyma býli móti vindi og veðri fyri lættliga at kunna verja tey. Eyðkend støð eru t.d. undir takúthangi, undir vaðingum, á loftum, í veggjum millum skins og hold, í hjøllum og grótlaðingum.

Býlið kann vera goymt inni í húsaklæðingi ella millum steinar í eini grótrúgvu. Staðið, har vespurnar flúgva út og inn, er ofta lætt at finna og staðfesta. Við úthurðar ella onnur støð, har ein vanliga kemur, er tað lætt at leggja til merkis, tá tað í heilum eru sveimandi vespur á ferð.

Áðrenn miðjan juli sæst og merkist lítið til vespurnar, men sum býlið alsamt veksur, verða fleiri og fleiri vespur. Sum frálíður sæst ein javnur streymur av vespum, ið flúgva aftur og fram til og frá somu býlingsinngongd.

Treytir fyri týning
Fyri at kunna fremja týningina nøktandi og munadygt setir kommunan tvær treytir, sum skulu lúkast.

1: Ávísast skal eitt býli ella eitt stað, har vespurnar alla tíðina flúgva inn og út. Týnarin átekur sær ikki at týna og drepa einstakar flúgvandi vespur.

2: Fráboðarin ella annar av ánaranum heimilaður persónur skal vera inni/heima, meðan týningin verður fram. Eitur verður sprænt inn í og uttan um býlið.

Um býlið t.d. er millum skins og hold, og tað lekur inn í búrúmini, tá sprænt verður, má onkur vera inni og siga frá, um eitur treingir inn. Í so fall verður steðgað beinavegin.

Fráboðan
Er eitt vespubýli staðfest, kann fráboðast til Miðlan á tlf. 410000. Miðlan setir seg í samband við týningarskipanina, sum síðan ringir aftur til fráboðaran at avtala vitjan. Bert ánarin av avvarðandi ogn ella umboðsfólk ánarans kann biðja um týning.


Onnur tíðindi
04.09.2025

Kommunu­stjóri til Klaksvíkar kommunu

04.09.2025

Uppmøting hjá býráðslimum fyrra hálvár 2025

01.09.2025

Grund­stykkjasølan er byrjað