Tíðindi

13.12.2018
Ert tú lesandi?

Hevur tú nógv at lesa í jólafrítíðini, so er møguleiki at brúka góðu umstøðurnar í Íverksetarahúsinum.

Aftur í ár eru lesandi, sum koma heim at halda jól, vælkomin at brúka hølini á Fjarnám í Íverksetarahúsinum. Her eru góðar umstøður at lesa og møguleiki er at hitta onnur lesandi og íverksetar, so tú kanst netverka og knýta nýggj sambond.

Lestrarvegleiðarin er at hitta eftir avtalu. Ring og fá eina avtalu á tlf. 239501 ella á tlf. 288743 ella send ein teldupost til fjarnam@klaksvik.fo. 

Onnur tíðindi
20.11.2026

Sáttmáli undirskrivaður um útbygging á Grótrætt

20.11.2026

Skoytubreytin letur upp í dag!

19.11.2026

Skrivstovu­fólk til Barna­verndar­tænastuna í Norð­oyggjum

19.11.2026

jólatræið í Vágstúni verður tendrað