Tíðindi

27.02.2019
Grunnur mentanartiltøk

Hevur tú eitt áhugavert hugskot um tiltak at fremja innan mentanarøkið í Klaksvíkar kommunu í ár, so er GRUNNUR MENTANARTILTØK nú aftur á skrá, og til ber at søkja um stuðul til mentanarlig tiltøk.

Umsóknirnar skulu vera inni í seinasta lagi týsdagin 2. apríl 2019 á middegi; og verða tær viðgjørdar í fundi í Mentanarnevndini.
 
Lýsing við oyðiblaði er at finna á heimasíðu kommununnar, har tilskilaðar eru treytir og tíðarfreistir, um nær og hvussu søkjast kann.

Tiltøkini, sum stuðul verður latin til, skulu vera almannagagnlig, fjølbroytt og helst við nýhugsan á mentanarøkinum í víðari merking.

Fæið er kr. 200.000,-.

Meira kunning er at síggja í lýsingini við oyðiblaði her.

Onnur tíðindi
04.02.2026

Onki vatn á eystur­síðuni í Klaksvík

03.02.2026

Blákollan 25 ár

02.02.2026

Grund­stykkjalistin dagførdur 2. februar 2026

30.01.2026

Te-stovan Marin Malena er ein tíðarlummi, sum má upplivast!