Tíðindi

26.03.2019
100 vilja hava íbúð á Biskupstorgi

350 fólk hava skrivað seg upp til íbúð á Biskupstorgi. Av hesum hava 100 víst tilboðum áhuga, og vóru tey í dag boðin til framvísing.

Á Biskupstorgi eru 30 íbúðir í ymiskum støddum: 71, 80, 84, 119, 122, 137 og 142 m2. Kostnaðurin fyri íbúðirnar er millum 5.600 og 10.600kr um mánaðin + ljós og hita.

Áhugin er stórur at sleppa inn og hópin av fólki vóru í morgun og hugdu at einum møguligum framtíðar bústaði í miðbýnum í Klaksvík.

Eftir ætlan flyta tey fyrstu inn 1. mai 2019.

Ein rundvísing verður aftur hósdagin 28. marts fyri teimum, sum hava víst tilboðum áhugað.

 

Onnur tíðindi
01.10.2026

Virkið Heyst skráin sæst her

30.09.2026

Køksfólk til umsiting­ina

30.09.2026

Íverksetaraskeið innan ferðavinnu

30.09.2026

Starvs­fólk til Blákolluna