Tíðindi

02.04.2019
Ídnaðarøkið Undir Hamri verður nú útstykkjað

Í dag skrivaðu Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, undir sáttmála at útstykkjað nýggja ídnaðarøkið Undir Hamri á Borðoyarvík (sunnanfyri bátahylin).

J & K Petersen vann í fjørð útbjóðingina at útstykkja teir 15.000 fermetrarnar, umframt eisini at tilgerða kringsumstøðurnar, eitt nú við bátahylin og í mun til ljós-, parkerings- og ferðsluviðurskifti.

Tummas Lervig, formaður fyri Havna- og vinnunevndina, var sjálvsagt fegin um at verkætlanin nú skjótt fer í gongd, soleiðis at kommunan fær skapt vinnuni enn betri karmar.

-       Vit frøðast um at arbeiðið nú fer í gongd, tí tað er neyðugt, at vit sum kommuna útvega fleiri ídnaðarøkir, sigur Tummas. Hann leggur afturat, at fleiri aktørar hava víst økinum áhuga, men at enn er møguleiki hjá øðrum at bjóða seg fram.

Avtalað er, at J & K Petersen ger arbeiðið fyri fyri 24 mil. og fer arbeiðið í gongd í seinasta lagi 1. aug. í ár.

Onnur tíðindi
07.09.2026

Námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til Dr. Margrethu Barnagarð

04.09.2026

Vitjan úr Sisimiut í Grønlandi

04.09.2026

Endur­nýtslan er stongd

03.09.2026

Væleydnað móttøka fyri Logos Hope