Tíðindi

16.05.2019
Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum (farloyvisstarv)

-          Eitt starv sum fyri sosialráðgevi til Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum er leyst at søkja. Starvið er tíðaravmarkað frá 1. Juli 2019 til 1. august 2020. Arbeiðstíðín er 35 tímar um vikuna.

Uppgávan hjá Barnaverndartænastuni er at tryggja børnum, ið liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, og veita neyðuga hjálp og umsorgan.

 

Arbeiðsuppgávan umfatar m.a.: 

Tú kemur, í tøttum samstarvi við leiðaran á Barnaverndartænastuni og starvsfólk á deildini, at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki við málsviðgerð, ráðgeving og øðrum uppgávum, sum barnaverndarumsitingin tekur sær av. Arbeiði fevnir m.a. um:

•      at ráðgeva og vegleiða barna- og ungdómsfamiljum

•      at ráðgeva barnaverdarnevndini í lóg um Barnavernd

•      at fyrireika mál til nevndarviðgerð

•      at seta í verk fyriskipanir og fylgja teimum upp

•      at virka sum samskipari í málum, har fleiri myndugleikar eru við

•      at samstarva tvørfakliga

 

Vit leita eftir starvsfelaga, ið:

•      er útbúgvin sosialráðgevi ella hevur aðra viðkomandi útbúgving

•      hevur royndir sum málsviðgeri ella aðrar viðkomandi royndir

•      hevur áhuga og evnir at arbeiða við barna- og ungdómsfamiljum

•      megnar at vera nágreiniligur og samstundis hava nógvar bóltar í luftini

•      megnar at seta seg inn í støðuna hjá familjum og hjálpa teimum út frá hesum

•      hevur gott yvirlit og dugir væl at orða seg

•      er fleksibul

 

Vit bjóða tær:

•      Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum

•      Góðar starvsfelagar

•      Supervisión

 

Setanarviðurskifti:

Starvið, sum er 35 tímar um vikuna, verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið.

 

Um Barnaverndartænastuna í Norðyggjum:

Barnaverndartænastan í Norðoyggjum fevnir um Fugloyar, Kunoyar, Hvannasunds, Viðareiðis og Klaksvíkar kommunur. Á Barnaverndartænastuni starvast, umframt leiðaran, tríggir sosialráðgevar, ein sálarfrøðingur og eitt skrivstovufólk.

 

Nærri upplýsingar: Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Tonju Sonhardsdóttir, leiðara fyri Barnaverndartænastuna, tlf. 287621.

 

Umsókn:

Skrivlig umsókn saman við avriti av CV, prógvi, viðmælum o.ø., skal sendast við til tonja@klaksvik.fo. Ella sum bræv til:

Klaksvíkar kommunu, Barnaverndartænastan í Norðoyggjum

Stangavegur

700 Klaksvík

 

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 31. mai  2019.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy