Tíðindi

11.06.2019
Húsavørður til Klaksvíkar kommunu (endurlýsing)

Dámar tær fjølbroyttar arbeiðsuppgávur? Og tímir tú at svara forvitnisligum spurningum frá børnum og onkuntíð læna teimum tummastokk ella líknandi? So er tað tær vit leita eftir.

Vit hava frammanundan ein húsavørð á dagstovnaøkinum, men okkum tørvar ein afturat skjótast gjørligt. Arbeiðið er skipað soleiðis, at dagstovnarnir verða deildir ímillum húsavørðarnar, so at teir hava nakrar fastar stovnar í part at arbeiða á. Tó kann talan verða um samstarv ímillum húsavørðarnar um størri uppgávur.


Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um at røkja og viðlíkahalda bygningar og øki rundanum. Og ert tú fyritaksamur og hevur eyga fyri dagligum viðlíkahaldi, ert tú í stóran mun við til at skipa tín egna arbeiðsdag.


Førleikakrøv
:

Vit ímynda okkum:

·       at tú ert handverkari ella hevur praktiskar royndir innan handaligt arbeiði, sum gera teg føran fyri at fremja húsavarðaruppgávur.

·       at tú hevur góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt, men samstundis er samstarvssinnað/ur og fyrikomandi.

·       at tú ert røkin og vælskipað/ur í tínum arbeiði.

·       at tú sjálv/ur dugir at síggja, hvat krevur ábøtur, og fært arbeiðið avgreitt.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv, ið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag ella Føroya Handverkarafelag.

Umsóknir: Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast sum teldupostur til klaksvik@klaksvik.fo ella til Klaksvíkar kommuna, Postsmoga 2, 710 Klaksvík.
Viðmerk: Húsavørður til dagstovnaøkið

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 27. juni 2019 kl. 12.00.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til: Hans Fróða Hansen, tlf. 213249, hfh@klaksvik.fo  ella Sigrun Vágstún, tlf. 222995 sigrunv@klaksvik.fo.

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars