Nýggjastu tíðindi

09/07/2019

Ein rørdur borgarstjóri tók ímóti gávu frá Dagtilhaldinum


Seinnapartin í gjár fekk Dagtilhaldið á Heiminum við Vágna eina heilt serliga vitjan. Kristian Skorheim, sum einans er 11 dagar gamal, var boðin til seinnpartskaffi saman við mammu og pápa sínum, Vígdis og Jógvan Skorheim, tí ein heilt serlig gáva bíðaði Kristiani.

Tað var ikki ein sørt rørdur borgarstjóri, sum í gjár saman við konu síni Vígdis tók ímóti einum sera flottum bundnum teppi, sum heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggjum, sum hittast í dagtilhaldinum, høvdu gjørt.

Hugskotið til gávuna kom, tá ið Thyra Frank, ráðharri í eldramálum fyrr í ár vitjaði á dagtilhaldinum saman við Jógvani Skorheim, borgarstjóra og stýrisformanni í NBH.

Thyra Frank var sera bergtikin av hondarbeiðinum, og hildu ídnu bindikonurnar, tá tær høvdu frætt at borgarstjórin skuldi gerast pápi fyri aðru ferð, at nýføddi sonurin skuldi fáa eitt líknandi teppi. Vanliga verður bundið úr restum, men til hesa serstaku gávu varð gjørt eyka burturúr, so teppi bleiv so bleytt og fjálgt sum til ber.

Í húgvu, hosum og fjálgum teppi fingu tey vitjaandi á dagtilhaldinum høvi til at ynskja Kristiani blíðan byr.  

 

Nýtt í kommununi

Kommunala Eftirlitið góðkent Spaniastovu-verkætlanina
19/07/2019

Kommunala Eftirlitið hevur gjørt niðurstøðu í málinum um avrikssáttmálan millum Klaksvíkar kommunu og Spaniastovu, har eftirlitið… Les meira »

Starvsfólk til Húsið
16/07/2019

Ynskir tú eitt spennandi, lívligt og avbjóðandi starv, so eru tvey leys størv á ávíkavist 20 og 25 tímar leys at søkja í Húsinum. Les meira »

Borðoyarvík skal ruddast
16/07/2019

Í næstum byrjar arbeiðið at útstykkja ídnaðarøkið Undir Hamri, men áðrenn tað kann byrja, skal merkta økið vera ruddað. Les meira »

Vís fleiri