Tíðindi

13.08.2019
Tilboðið í Snjallubjallu verður víðkað

Eftir summarferiuna fær Snjallabjalla fleiri fermetrar at ráða yvir, soleiðis at øll børn, sum ynskja tað, kunnu fáa pláss á frítíðarskúlanum tá skúlin byrjar aftur.

Seinastu tíðina hevur Snjallabjalla havt ein bíðilista, men kommunan hevur leingi ynskt, at kunna bjóðað øllum børnum í 1. og 2. flokki pláss í frítíðarskúlanum. Tí hevur Klaksvíkar kommuna leitað eftir røttu loysnini viðvíkjandi hølisviðskiftunum hjá Snjallubjallu, og nú er loysnin funnin. Fyri at nøkta økta tørvin, fer Snjallabjalla framyvir eisini at húsast í kjallaranum hjá Húsmøðrafelagnum á Bøgøtu. Framanundan húsast Snjallabjalla á Skúlavegi 1, í Batmintonhøllini og í Skákinum.

- Vit hava leingi ynskt at fáa bíðilistan burtur, soleiðis at stovnurin kann rúma øllum børnum í hesum aldursbólki, tí er tað sera gleðiligt, at ein góð loysn nú er funnin, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri og formaður í fíggjarnevndini.
 

Snjallabjalla letur upp aftur 19. Aug.

Onnur tíðindi
19.12.2025

Nýggj freist - Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir á Fossum

19.12.2025

Klaksvíkar kommuna á Jobmatch 2025

18.12.2025

Býráðsskrivstovan um jólini

18.12.2025

Jól og nýggjár: Broytingar í innsavningini