Tíðindi

04.10.2019
Klaksvíkar kommuna setur sálarliga heilsu á breddan

Sum samstarvspartur í ABC-verkætlanini, fer Klaksvíkar kommuna í komandi viku at seta sjóneykuna á sálarliga heilsu.

10. oktober er altjóða sálarheilsudagur, men ymisk tiltøk verða alla vikuna. ABC fyri sálarliga heilsu snýr seg um at vera virkin, vera saman og hugbundin í onkrum, sum gevur meingin fyri hvønn einstakan, fyri harvið at betra um sálarligu heilsuna. Klaksvíkar kommuna hevur verið samstarvspartur í ABC-verkætlanini fyri sálarligu heilsu síðani 2017, og hevur tað í hesum sambandi verið skipað fyri gongutúrum og kunnandi fyrilestrum um verkætlanina.

Ein serliga ABC-krabbagogga varð gjørd í samband við verkætlanina, og hevur hon verið væl móttikin. Fólkaheilsuráðið hevur nú ment krabbagogguna enn meira, tí í ár er eisini ein krabbagogga gjørd, sum er meira barnavinarlig, og skal hon verða eitt amboð, sum m.a. starvsfólk kunnu brúka, tá hol skal setast á samrøður millum børn og vaksin. 

 

Á skránni í ABC vikuni:

Mikudagin 9. oktober kl 17.00: ABC-Gongutúrur. (Hesin gongutúrur skuldi eftir ætlan vera mánadagin 7. oktober). 
Túrurin byrjar við býráðshúsið og gingið verður út í grøv og heim aftur. Aftaná túrin bjóðar kommunan frukt og vatn.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

Hósdagin 10. oktober kl. 19.30: Hugnakvøld í býráðshúsinum.
Vit varpa ljós á sálarliga heilsu, har greitt verður frá hvussu sálarliga heilsan kann styrkjast. Beinta Klakstein bjóðar vælkomin og Anja Olsen greiðir stutt frá ABC fyri sálarliga heilsu. Kvøldið verður skipað soleiðis, at tað vera trý ymisk upplegg. Eitt nú kemur Pól Johannensen at greiða frá hvat tað at skipa fyri tiltøkum ger við hansara sálarligu heilsu. Aftaná bjóðar kommunan kaffi/te við onkrum afturvið.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

Hósdagin 10. oktober frá kl. 13.00 til 19.00: Tiltak í Gloym Meg Ei 
Oktober er altjóða sálarheilsudagur og í tí sambandi verður stórt tiltak í Østrøm í Tórshavn. Hetta tiltakið verður stroymað og víst í hølunum hjá Gloym meg ei, á Klaksvíksvegi 57.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu