Tíðindi

10.10.2019
Altjóða sálarheilsudagur: Hugnakvøld í býráðshúsinum

Í dag 10. oktober er altjóða sálarheilsudagur. Í hesum sambandi varpar Klaksvíkar Kommuna ljós á sálarheilsu, og verður hetta gjørt í millum annað í samstarvi við Gloym meg ei.

Fólkaheilsuráðið skipar í dag frá kl. 14.00 til kl.19.00 fyri stórum tiltaki í Østrøm í Tórshavn. Gloym meg ei hevur í hesum opið hús er frá kl. 14.00 til kl. 19.00, har tiltakið verður stroymað og øll eru vælkomin inn at fylgja við einum parti ella øllum tiltakinum. Kaffi, te og okkurt afturvið verður at fáa.

Í kvøld kl. 19.30 verður eisini áhugavert hugnakvøld í býráðshøllini, har tosað verður um, hvat vit kunnu gera fyri at styrkja okkara sálarligu heilsu.

Pól Johannesen, Rúna Sivertsen, Gerda Absalonsen og Jonna Johannesen koma at greiða frá og hugleiða evnið.

Kaffti og te verður eisini at fáa.

 Øll eru hjartaliga vælkomin

Onnur tíðindi
10.10.2025

Útbyggja Baldursbrá

08.10.2025

Ferðslu­kunning í samband við U21 landsdyst á Djúpumýru

07.10.2025

Klaksvíkar kommuna harmast handfaring­ina av málinum um fráfaringaraldur

07.10.2025

Myndaframsýning í Svínoy