Tíðindi

30.10.2019
Leiðari til kirkjugarðarnar í Klaksvíkar kommunu

Klaksvíkar kommuna søkir eftir leiðara til kirkjugarðarnar í kommununi. Kirkjugarðsleiðarin er partur av teknisku fyrisiting í Klaksvíkar kommunu.

Arbeiðið fevnir um:
• dagliga fyrisiting og ábyrgd av kirkjugørðunum í kommununi
• skipan og stýring av gravplássum v.m.
• at vera gravari í øllum kirkjugørðum kommununnar, har onnur avtala ikki er galdandi
• at vera við í útbyggingarætlanum av kirkjugørðum í kommununi
• at skipa fyri øllum neyðugum skrásetingararbeiði v.m. (føra kirkjugarðsbøkur og kort)
• at skipa fyri liðugtgerð av kirkjugarðsútbyggingum
• at skipa fyri og fremja dagligt viðlíkahald
• at gera uppskot til fíggjarætlan og arbeiða samsvarandi hesari
• at hava í hondum líkvognatænastu kommununnar

Vit sóknast eftir kirkjugarðsleiðara, sum:
• hevur gott yvirlit og góð evni til samstarv
• er sálarliga og likamliga væl fyri
• kann arbeiða sjálvstøðugt
• megnar at samskipa uppgávurnar saman við øðrum
• hevur forstáilsi fyri viðlíkahaldi
• er samkenslufull/ur og hevur góðar eginleikar at samskifta við fólk
• hevur koyrikort og dugir at handfara/arbeiða við gravimaskinu

Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðgevarafelagið og Starvsmannafelagið.
Starvið er full arbeiðstíð, men verður leiðarin at skipa arbeiðstíðirnar eftir tørvi og arbeiðsuppgávum.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Umsókn
Umsókn saman við viðkomandi skjølum skal sendast til: Klaksvíkar kommuna, Nólsoyar Páls gøta 32, 700
Klaksvík ella sum teldupostur til: klaksvik@klaksvik.fo í seinasta lagi hósdagin 14. nov. 2019 kl. 12.00.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Óla Jákup Bech, tekniskan stjóra, á tlf. 41 00 00 ella
fartlf. 22 87 88.

Í Klaksvíkar kommunu eru sjey kirkjugarðar; tveir í Klaksvík, ein í Svínoy, ein í Árnafirði, ein á
Trøllanesi, ein í Mikladali og ein á Húsum.

Onnur tíðindi
01.05.2024

Virkin spurnarkapping

01.05.2024

Byggisamtyktarbroyting fyri E5 (miðstaðarøkið)

30.04.2024

Ferðslan 4. mai

30.04.2024

Námsfrøð­ingur til vøggustovuna Lítlabjørn