Tíðindi

28.11.2019
Norðurjól letur upp í dag

Í dag kl. 16.00 verður móttøka í Biskupstorgi, í samb. við at Norðurjól 2019 letur dyrnar upp. Á skránni kl. 16.00 verður tónleikur við hornorkestrinu og Danny & Inga, umframt at Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Mimmy Vágsheyg, fyriskipari, siga nøkur orð.

Norðurjól 2019 lat upp fyrrapartin, men enn arbeiða fólk við leggja síðstu hond á fyrireikingarnar. Mimmy Vágsheyg, sum í ár samskipar Norðurjól, heldur, at hetta er ein ótrúliga spennandi uppgáva, sum fólk og handlar hava tikið væl ímóti.

Sum nakað nýtt heldur Norðurjól til í veghæddini á Biskupstorgi, har eini 12 handlar og smásølur koma at húsast í senn. Nakrir av handlunum eru handlar, ið hava flutt teirra sølustað í í Biskupstorg í desember mánað, men aðrir eru sokallaðir Pop-Up handalar, sum í eitt vikuskifti ella í eitt stytri tíðarskeið hava opið í Biskupstorgi.

Onnur tíðindi
04.09.2025

Kommunu­stjóri til Klaksvíkar kommunu

04.09.2025

Uppmøting hjá býráðslimum fyrra hálvár 2025

01.09.2025

Grund­stykkjasølan er byrjað

28.08.2025

Melda til heilsufótbólt 2025