Tíðindi

02.12.2019
Jólatræið í Vágstúni er tendrað

Væl av fólki var komið saman í Vágstúni, tá ið jólatræið varð tendrað seinnapartin leygardagin.

Sum so ofta fyrr spældi Klaksvíkar Hornorkerstur og Skótarnir høvdu kynt bál á eini bálskál, ið fólk stóðu rundan um og fingu hita frá henni.

Borgarstjórin, Jógvan Skorheim helt røðu og fekk børnini at hjálpa sær at tendra træið. Træið er rættiliga vakurt í ár og prýðir um í miðbýnum.

Niðanfyri er røðan hjá borgarstjóranum endurgivin

***

Gott kvøld øll somul!

Vit nærkast.

Fjallatindarnir hava fingið hvíta jólalitin, luftin er vorðin kaldari, fyrstu rivini frá heystinum eru etin, og tað smakkaði væl.

Jólini nærkast í hvørjum.

Øll gleða seg, og børnini gleða seg mest. Gleðin er ymisk. Børnini eru kanska mest spent upp á, um tey fáa tað, ið tey ynskja sær, meðan tey vaksnu og eldru gleðast um at kunnu geva og vera saman við familju og kenningum. - ja, kanska eisini vit gleða okkum eitt sindur til pakkar - tað skerst ikki burtur.

Eisini her í býnum gerst tað meiri og meiri jólaligt. Fyri stuttum lat Norðurjól upp á Biskupstorgi, har handlar og einstaklingar spíla seg út, og har tónleikur og aðrar upplivingar fáa rúmd. Kuldin er komin, og skjótt kunnu vit eisini njóta skoytibreytina, sum 7. desember letur upp á torginum frammanfyri húsið.

Fyrr ferðastu vit við Dúgvuni um Leirvíksfjør.

Her møttu vit høgum og lágum. Vit kundu taka eitt prát, sum ongantíð tók longri enn 30 minnuttir, men sum kundi vera so gevandi. Her vóru eisini stundir at tosa við fólk, tú vanliga ikki møtti í býnum. Prátið, saman við einum kaffimunni ella nøkrum pylsum, gekk lætt og komið varð víða um. Møguliga onkur tosaði um fótbólt, hondbólt ella annan ítrótt, meðan onnur tosaðu um til dømis fisk, arbeið, familju ella politikk.

Óansæð hvat tosað varð um, so vóru hesar løturnar ríkar, og tær vóru við til at savna okkum, sum Norðoyingar og Klaksvíkingar.

Tann tíðin er farin, og hóast løturnar mangan vóru sera góðar, so er fleksibiliteturin við undirsjóvartunnlinum gull verdur fyri okkara øki. 

Men løturnar eiga vit at finna fram aftur.

Tí hevur málsetningurin við nýggja miðbýnum verið, at tað er her, vit skulu samlast. Tað er her, vit skulu møta fólki til tiltøk, hugna, ella einum koppi av kaffi. Tað er her, vit skulu samskifta um familju, arbeið, fisk, ítrótt og alt annað, sum vit hvør í sínum lagi ganga uppí.

Hetta er tað miðbýurin skal røkka, eisini nú lív byrjar at koma í miðbýarøkið.

Vit skulu kunna savnast meiri sum býur og kommuna. Koma hvørjum øðrum enn meiri við, so vit eisini á ein betri hátt kunnu virða hvønn annan og vísa hvørjum øðrum ans. Vit vita, hvussu gott tað ger, tá ið vit hava eitt prát við onkran, ið vit vanliga ikki hava samskifti við. Vit vita eisini, hvussu vit hava tað, tá ið onkur gevur okkum ans.

Í dag tendrar jólatræið eisini í Árnafirði, og næstu dagarnar verða Jólatrøini tendraði kring alla kommununa, bæði á Trøllanesi, Mikladali, Húsum, Syðradali, Ánunum, Norðoyri og Svínoy. Hetta savnar eisini smærru plássini, og er tað ein styrki fyri okkara samleika sum norðoyingar.

At savnast er ein týðandi partur av jólahugnanum. Vit møta familju og gomlum kenningum. Vinir koma úr útlandinum heim at halda jól, og børnini, sum vanliga ganga í skúla í eitt nú Danmark, síggja vit aftur. Ja, kanska eisini fleiri ommur og abbar gleða seg til at síggja barnabørnini aftur á jólum.

At Jesus bleiv føddur, kom niður á jørðina, og bleiv menniskja eins og vit, er størsta og týdningarmiklasta hending nakrantíð. Tað er hetta, vit minnast á jólum.

Við honum fingu vit eina vón, og jólaevangeliðið er ein áminning til okkum um trúgv, vón og kærleika.

Lat okkum minnast hetta, og taka tað við okkum. Ikki bara nú á jólum, men eisini í januar, februar, mars – ja, í gerandisdegnum í síni heild. At hava Jesus við okkum og takka fyri frelsuverkið, ið hann gjørdi okkum møguligt.

Jólini snúgva seg eisini um at samlast. Tað gjørdu hirðarnir á markini eisini, tá ið Jesus bleiv føddur í fjósinum. Teir samlaðust um frelsaran, ið varð borin í heim.

Tað gera vit eisini í dag. Vit gera tað her í Vágstúni. Vit samlast í miðbýnum, heima hjá okkum sjálvum, í kirkjum og í samkomum.

Lat okkum eisini framyvir samlast um gleðiboðskapin.

Takk fyri og gleðilig jól.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy