Tíðindi

27.08.2026
Nýggj skipan til streymnýtslu hjá smábátum

Klaksvíkar Havn er í hesum døgum í ferð við at skifta skipan til streymveitingina til smábátar. Gomlu el-standarirnir verða nú skiftir út við nýggjar standarir, sum hava eina talgilda gjaldsskipan til streymnýtslu.

Í sambandi við arbeiðið kann tað koma fyri, at streymstikkini hjá bátunum fyribils verða tikin úr, meðan arbeiðið verður gjørt. Væntað verður, at arbeiðið verður liðugt í komandi viku.

Við nýggju skipanini verða gomlu streymkortini ikki nýtt longur. Í staðin skulu bátaeigarar stovna ein brúkara til nýggju skipanina og síðan gjalda fyri streymnýtsluna umvegis fartelefon ella aðra talgilda loysn.

Endamálið við nýggju skipanini er at gera tað lættari og smidligari hjá bátaeigarum at umsita sína streymnýtslu. Samstundis gevur skipanin eitt betri yvirlit yvir nýtsluna.

Bátaeigarar skulu sjálvir stovna brúkara í skipanini. Tó skulu bátaeigarar venda sær til Klaksvíkar Havn fyri at fáa eitt loyniorð til skipanina. Harafturat ber eisini til at fáa vegleiðing og hjálp til skipanina.

Vegleiðing til nýggju gjaldsskipanina sæst her: Vegleiðing til nýggjar brúkarar

Onnur tíðindi
26.08.2026

Dátueftirlitið hevur lokað málið um trygdarbrotið í 2024

26.08.2026

Virkið Heyst verður aftur í oktober

25.08.2026

Norskir stórtingslimir vitjaðu í Klaksvík