Tíðindi

03.03.2020
Arbeiðsfólk til Grótbrotið (endurlýsing)

Klaksvíkar kommuna søkir eftir arbeiðsfólki til Grótbrotið.

Arbeiðsuppgávur
Dagligu arbeiðsuppgávurnar eru, saman við leiðaranum í Grótbrotinum, at halda økið væl skipað, so at innkeyp, søla og útflýggjan av gróti og øðrum tilfari, sum hoyrir einum grótbrotið til, er nøktandi. Harumframt kunnu aðrar fyrifallandi uppgávur fyrikoma.

Førleikakrøv
Í starvinum leggja vit dent á, at tú ert fyrikomandi og arbeiðsom/ur og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og veita eina góða tænastu til vinnu og borgarar í Klaksvíkar kommunu. Umsøkjarin skal hava koyrikort til bil, og tað kann vera ein fyrimunur um umsøkjarin hevur royndir at arbeiða við stórum maskinum, sum verða nýttar til tílíkt arbeiðið.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv, ið verður lønt eftir sáttmála millum KAF og Arbeiðarafeløgini. Tann, ið verður settur, skal kunna tola møguligar broytingar í starvinum.

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast sum teldupostur til aksalp@klaksvik.fo. Til ber eisini at senda umsóknina sum vanligt bræv til: Klaksvíkar kommuna, Postsmoga 2, 710 Klaksvík. Mrk. Arbeiðsfólk til grótbrotið.

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Aksal Petersen, leiðara í Grótbrotinum, á tel. 228280. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20. mars kl. 12.00.

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars