Tíðindi

20.02.2020
Torrarenning og Heilsukafé á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Eitt spennandi torravikuskifti stendur fyri framman við hópina á skrá. Torrarenning og heilsukafé á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, har tú kann fáa kannað blóðtrýst, puls, iltmetting í kroppinum og blóðsukur. Renningin byrjar kl. 13 og eftir tað eru øll vælkomin til heilsukafe.

Tiltøkini á Klaksvíkar Sjúkrahúsið er frá Kl.13 til 16


Kl. 13.00: Torrarenning
Niðanfyri Sjúkrahúsið verður skipað fyri heilsurenning, øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, tvs. at renna og/ella ganga. Eins og undanfarin ár byrja vit niðanfyri Sjúkrahúsið, og so renna/ganga vit heimeftir gjøgnum býin til Betri, og síðan úteftir móti Grøv/Skarðhamar, ella har, man er staddur eftir 15 min. Eftir 15 minuttir venda vit aftur móti Sjúkrahúsinum, har málið er.

Kl. 14.00: Heilsukafe
Letur heilsukaféin upp á Klaksvíkar Sjúkrahúsi har øll eru vælkomin. Inngongd millum Norðoya Røktarheim og Klaksvíkar sjúkrahús. Á Heilsukafeini í ár verður sett fokus á, at heilsugóður matur er ymiskur í mun tit hvørjari støðu tú ert í. Ert tú frísk/-ur er tað heilsugott at eta eftir teimum 10 kostráðunum. Ert tú sjúk/-ur, hevur ringan matarlyst ella hevur tapt teg, so eru onnur ráð at fylgja. Køkurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ger dagliga mat til sjúk fólk, eldri og fólk sum hava, ella eru í vanda fyri føðslutroti. Vit fara at vísa og lata gestir smakka okkurt av tí, sum vit borðreiða fyri teimum. Umframt hetta borðreiða vit eisini við øðrum leskiligum smárættum.

14.00–16.00: Heilsukanning
Øll sum ynskja tað kunnu fáa mátað blóðtrýstið, puls, iltmetting í kroppinum, blóðsukur o.a.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy