Tíðindi

27.03.2020
Sóttarhaldið kann gerast ein søt tíð

Flestu børn eru í hesum døgum heima við hús, og gerandisdagurin er sera nógv merktur av, at familjurnar hava nógv projektir í luftini í senn. Foreldur skulu arbeiða, skúlabørnini skulu gera heimaarbeiði, og tey smærru børnini skulu mennast. Felags fyri øll er tó, at øll skulu trívast og hava tað gott.

Unn Jakobsen, leiðari í barnatannrøktini hjá Klaksvíkar kommunu, sigur, at hon skilur væl familjurnar, sum velja at gera hesa serstøku tíðina til eina hugnaliga uppliving, har tað m.a. verður bakað meir enn vanligt og møguliga eisini hugnað meir um við søtum.

- Dagarnir eru møguliga ikki líka skipaðir, sum gerandisdagurin vanliga er, og tí er kanska eisini skjótt, at tennirnar verða gloymdar um morgunin, orsakað av at náttklæðini verða skift út eitt sindur seinni enn vanligt.

- Í hesum døgum, tá ið ongar regluligar kanningar verða gjørdar í barnatannrøktini, hevur tað enn størri týdning, at hildið verður fast við at busta tennirnar hjá børnunum bæði morgun og kvøld. Somuleiðis at brúka tannkrem við flour, og at brúka tanntráð, sigur Unn Jakobsen.

Eins og aðrar kommunalar tænastur hevur barnatannrøktin eisini skert virksemi. Seinastu ásetingarnar eru, at bert viðgerð, sum ikki kann bíða, verður gjørd nú. Ella við øðrum orðum: Tað, sum kann bíða, skal bíða.

Stutt yvirlit yvir, hvat kann bíða, og hvat ikki kann bíða, fæst við at trýsta á leikjurnar á síðuni hjá tannlæknafelagnum https://www.odont.biz/ 

Har finnur tú eisini nærri kunning um tilmælini, sum barnatannrøktin skal fylgja.

Onnur tíðindi
10.10.2025

Útbyggja Baldursbrá

08.10.2025

Ferðslu­kunning í samband við U21 landsdyst á Djúpumýru

07.10.2025

Klaksvíkar kommuna harmast handfaring­ina av málinum um fráfaringaraldur

07.10.2025

Myndaframsýning í Svínoy