Tíðindi

10.06.2020
Uppskot til broyting í byggisamtyktaráseting á Syðradali og í Árnafirði

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum uppskot til broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Klaksvíkar kommunu, lagt fram til alment eftirlit:

Mál nr. 17/00642: Broyting í byggisamtyktaráseting og økismarki á Syðradali 


Økismarkið millum sethúsaøkið B og frílendi H á matr.nr. 42 verður flutt uml. 9 metrar suðureftir ‐ suður til matrikulmarkið millum matr.nr. 42 og 31a. Samstundis verður ásetingin í gr. 4 stk. 2 í byggisamtyktartekstinum viðvíkjandi minsta mark grundøkjavídd broytt úr 400 m2 til 300 m2

 

Les meira her: Broytingar í byggisamtyktini


Mál nr. 20/00410: Broyting í økismarki millum økispart A23 (Blandað bygging) og D27 (grønt øki) í Árnafirði.

Økispartur A23 verður víðkaður til ein linju 3 metrar eystanfyri matrikulmarkið millum litra “A” og matr.nr. 40a niðanfyri litra “d”.

 

Broytingarnar liggja frammi til alment eftirlit í Miðlan frá 5. juni til 26. juni 2020 og eru somuleiðis at síggja á heimasíðu kommununnar: www.klaksvik.fo

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða Klaksvíkar Kommunu í hendi í seinasta lagi 17.
juli 2020.

Klaksvíkar Kommuna
Boks 2
710 Klaksvík
e‐post: klaksvik@klaksvik.fo 

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars