Tíðindi

07.07.2020
- Gestablídni er heilt serstakt

Carla Sands, amerikanska sendikvinnan í Danmark, vitjaði í dag í Nólsoyar Pálshúsinum, har varaborgarstjórin, Signhild V. Johannensen bjóðaði vælkomin.

Carla Sands er fyrsta amerikanska sendikvinna, sum hevur vitjað í Klaksvík.

Signhild V. Johannesen sigur, at talan var ikki um eina almenna vitjan, og tískil varð prátið eisini ógvuliga óformelt, men sera hugnaligt.

- Vit eru altíð errin, tá ið vit fáa høvi at greiða vitjandi frá tí, sum myndar okkara bý, vinnu- og mentanarliga.

- Sendikvinnan var ógvuliga hugtikin av, hvussu gestablíðir føroyingar eru, og nýtti veruliga róliga atburðin hjá føroyingum, sum samstundis hava so stóra drívimegi.  

- Serliga helt hon tað var hugtakandi, at ein so lítil býur sum Klaksvík kann hava so stóra framdrift, tá greitt varð frá um nýggja miðbýin og aðrar verkætlanir hjá Klaksvíkar kommunu, sigur Signhild V. Johannensen.  

Kaffihúsið Fríða borðeiddi við føroyskum mati og drykkivørum frá Føroya bjór, og vóru tey øll sera væl nøgd við hesa upplivingina, sum saman við rundvísingini frá Archibald Black gjørdi upplivingina í Nólsoyar Pálshúsinum heilt serstaka.

Onnur tíðindi
13.05.2025

Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum standi

13.05.2025

Ver við til semifinaluna

12.05.2025

Ferðslu­kunning í samband við landsdyst 14. mai

08.05.2025

Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksvíkar