Tíðindi

31.07.2020
Ferðslan ávirka í samband við rennikapping leygardagin

Leygardagin 1. august skipar Treysti fyri NS hálvmarathon, og í hesum sambandi verða ávísir vegir í býnum stongdir fyri ferðslu í nakrar tímar.

Tiltakið byrjar kl. 13.30 og tilmeldingin er opin fyri øllum, tí umframt FM í hálvmarathon verður eisini motións- og barnarenning. Startur og mál er uttanfyri Norðoya sparikassa, og rennileiðin fevnir um bæði eystara og vestara arm av Klaksvíkini.

Tí verða Stoksoyrarvegur, Klaksvíksvegur, Biskupsstøðgøta, Nólsoyar Pálsgøta og partur av Stangavegnum stongdir fyri ferðslu frá kl. 13.00 til 17.00 leygardagin 1. august.

Til ber at melda seg til og lesa meira um NS hálvmarathon á heimasíðuni: www.treysti.fo.

Onnur tíðindi
16.09.2026

Róðrarneystið verður nýtt til nógv ymisk endamál

14.09.2026

Rúmdarfyrilestur v/­David Arge Klevang í Varpinum

09.09.2026

Bárður á Lakjuni vitjaði Klaksvíkar Kommunu

07.09.2026

Námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til Dr. Margrethu Barnagarð