Tíðindi

18.09.2020
Jórun Niclasen vann navnakappingina

Í juli flutti trivnaðardeildin Børn og Ung í húsið á Fornagørðum. Hesaferð í miðhæddina. Í tí sambandi høvdu starvsfólkini eina innanhýsis kapping um at finna hóskandi nøvn til fundarhølini. Fleiri uppskot komu inn.

Navnanevndin metti, at bestu uppskotini til fundarhølini vóru, niðari Forni og ovari Forni.

Vinnari av kappingini var Jórun Niclasen, leiðari í Námsfrøðiligu Ráðgevingini.

Frágreiðing um nøvnini

Ein forni er bøur sum í langa tíð ikki hevur verið veltur.

Frágreiðing um tann gamla býlingin í Vági

Tann gamli býlingurin í Vági lá millum Ósá, Karlsá (Frammi í Á), Fornagarðar og Vágna. Her eru 14 merkur av kongsjørð og 1 mørk í óðalsjørð.
Kongsjørðin er skift sundur í 3 garðar við serliga frábýttum bøi til hvønn garð.

Frágreiðing um staðanøvnini niðari Forni og ovari Forni

Fornagarðar er grótlaðing, mark millum innangarðsjørðina og uttangarðsjørðina í bóndabýlinginum í Vági.
Bøstykkini við Fornagarðar eru niðari Forni, sum hoyrir til Innistovu og ovari Forni, sum hoyrir til Útistovu.

Onnur tíðindi
09.09.2026

Bárður á Lakjuni vitjaði Klaksvíkar Kommunu

07.09.2026

Námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til Dr. Margrethu Barnagarð

04.09.2026

Vitjan úr Sisimiut í Grønlandi

04.09.2026

Endur­nýtslan er stongd