Tíðindi

09.11.2020
Valið verður í badmintonhøllini

Á valkortinum, sum borgarar hava fingið, stendur, at valstaðið 10. november er í KÍ-høllini. Orsaka covid-19 og betri atkomumøguleikar í badmintonhøllini, so verður kommunuvalið 2020 í badmintonhøllini. Valstaðið letur upp kl. 10.00 og letur aftur kl. 20.00, ella tá ongir veljarar eru eftir á valstaðnum. 

Høvuðssinngongin verður ímóti svimjihøllini, og farið verður út úr valstaðnum í endanum móti Skálanum.

Ferðslan oman til badmintonhøllina verður skipað við serligum atliti til tey, sum eru illa gongd ella sita í koyristóli. Umframt handikap parkering, so verður ein serlig á og avsetingarskipan uttanfyri høvuðsdyrnar í badmintonhøllini. Víst verður annars til ferðslukortið, sum er gjørt í samband við valið 10. november.

Í samband við kommunuvalið verður ferðslan eftir Bøgøtu einvegis suðureftir (frá Atlantis til Fossagøtu) týsdagin 10-11-2020 frá kl. 10:00 til 20:00.

Heitt verður á fólk um at hava valkortið við, spritta hendurnar væl og at brúka masku, sum verður útflýggjað við høvuðsdyrnar og at halda passandi frástøðu. Nøkur tíðarbil verður uttan iva eisini bíðitíð, men heitt verður á fólk, um kortini at vísa varsemi og at halda neyðugu tilmælini.

 

Onnur tíðindi
10.08.2026

Bussur til sølu

01.08.2026

Ferðslan á summar­festivali­num 2026

27.07.2026

IRF: Broytingar í innsavning­ini á Ólavsøku

24.07.2026

Námsfrøð­ingar til Blákolluna