Tíðindi

20.11.2020
Skoytubreytin letur upp fyrst í komandi viku

Veðrið var av tí fagrasta í gjár, og tí var avgjørt at royndarkoyra skoytubreytina ein dag, áðrenn ringa veðrið í vikuskiftinum herjar á.

Hóast kommunan ikki alment hevði boðað frá, at møguleiki var at royna skoytubreytina í gjár, so frættust boðini ómetaliga skjótt, og sera nógv børn og ung gjørdu sær dælt av royndarkoyringini í góðveðrinum í gjár.

Undirlagið á skoytubreytini er øðrvísi í ár, og fer tað vónandi at gera tað nemmari at halda skoytubreytina frysta. Tó er onki at gera við veður og vind, tí verða tað eisini dagar í vetur, har neyðugt verður at steingja skoytubreytina. Vindur, regn og lýtt veður kann verða til ampa fyri skoytubreytina, og tí heitir kommunan á øll, um at fylgja við á facebook síðuni: Skoytubreytin í Klaksvík.

Á síðuni ber til at kunna seg um upplatingartíðir og um annað virksemi, sum viðvíkur økinum við skoytubreytina. Eisini ber til at skriva umvegis boðklivan, um áhugi er at leiga skoytubreytina, sum kann leigast gerandisdagar frá kl. 10.00 til 12.00.   

Onnur tíðindi
10.10.2025

Útbyggja Baldursbrá

08.10.2025

Ferðslu­kunning í samband við U21 landsdyst á Djúpumýru

07.10.2025

Klaksvíkar kommuna harmast handfaring­ina av málinum um fráfaringaraldur

07.10.2025

Myndaframsýning í Svínoy