Tíðindi
Seinnapartin í dag var fyrsta skotið latið av á Fossum. Verkætlanin er seinkað nakað, men nú kemur væntandi rættilig ferð á arbeiðið.
Í heyst varð bíðað eftir loyvið frá Statens luftfartsvæsen, tí manglandi loyvið førdi við sær, at kommunan ikki slapp av við avgrevsturin, ið skuldi tyrvast nærhendis tyrlupallinum. Loyvið kom í oktober og síðan er ymiskt fyrireikandi arbeiði framt, eitt nú vegurin, ið skal nýtast til tyrvingina.
Í dag varð so fyrstað skotið latið av og roknast kann tí við, at rættilig gongd kemur á útstykkingina í nyggja árinum. Fyrstu metingarnar vóru annars, at fyrsta byggistig varð handað kommununi um ársskifti 2021/22, men í nýggju tíðarætlanini verður roknað við, at nýggju íbúgvarnir á Fossum kunnu fara ígongd at byggja í apríl 2022.
Tað var 18. Juni at spakin varð settur í verkætlanina Uppi á Fossum, har tilsamans 91 grundstykki skulu gerast í trimum byggistigum. Tað er SNA arkitekar, sum hava projekterað útstykkingina og øll verkætlanin fer væntandi at taka áleið trý ár.

Fleiri íbúðir ávegis í Klaksvík

Rottangatøming í Svínoy

Ferðslukunning í samband við Conference Leauge dyst hjá NSÍ
