Tíðindi

04.01.2021
Leiðari til Fjallafípuna

Søkt verður eftir leiðara at byrja í fulltíðarstarvi 1. mars 2021. Fjallafípan er ein kommunalur dagstovnur staðsettur Úti í Grøv við 70 børnum í aldrinum 5-7 ár.

Sum leiðari mást tú:

·        Hava námsfrøðiliga útbúgving

·        Síggja menningarmøguleikar fyri børn í aldrinum 5 til 7 ár

·        Framhaldandi menna Fjallafípuna og starvsfólkabólkin

·        Hava visjónir og megna at seta tær mál

·        Vera eldhugað/ur og megna at ráðgeva og vegleiða starvfelagar við útgangsstøði í samskifti, áliti og ábyrgd

·        Kunna samskifta væl við starvsfólk og foreldur á ein greiðan og innlivandi hátt

 

Tað er týdningarmikið, at nýggi leiðarin hevur hesar førleikar:

·        Megnar at stjórna, menna og skapa eitt gott námsfrøðiligt tilboð til børnini og starvsfólkini

·        Strembar eftir at skapa eitt gott umhvørvi á stovninum – fyri børn, foreldur og starvsfólk

·        Hevur dirvi til at taka avgerðir, sum eru neyðugar fyri at náa ásettum miðum og málum

·        Er álítandi og vísir starvsfólkunum álit

·        Megnar at hava góða og sunna fíggjarstýring umframt fyrisitingarligar førleikar

 

Setanarviðurskifti:

Starvið er fulla tíð við byrjan 1. mars ella skjótast til ber. Setanarviðurskiftini eru sambært sáttmálan millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF), lønarstigini fyri Leiðarar dagstovn 0-119.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við John Færø, trivnaðarstjóra, tlf. 222216 / jf@klaksvik.fo, ella Niels Juel Arge, fráfarandi leiðara, tlf. 284538 / nielsj@klaksvik.fo

Umsóknir saman við avriti av prógvi, ummæli, cv o.ø. skulu sendast til starv@klaksvik.fo ella í brævi til: Klaksvíkar kommunu, Nólsoyar Pálsgøta 32, 700 klaksvík, og skulu vera stovninum í hendi í seinasta lagi 22. januar. kl. 12.00.

Setanarsamrøður verða eftir ætlan í viku 4. Starvsbyrjan er 1. mars 2021 ella skjótast møguliga.

 Um Fjallafípuna

Í Fjallafípuni eru starvsfólk, ið vilja virka fyri einum høgum fakligum støði, har náttúran verður brúkt sum ein týðandi partur. Í námsfrøðiliga arbeiðinum verður dentur lagdur á at arbeiða við menningarætlan, inklusjón, viðurkennnandi námsfrøði og Betri vinir.

Onnur tíðindi
29.04.2024

Hugnakvøld í Amarant í samband við Virkið vár

24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni