Tíðindi
- Tað, sum hjá øðrum stovnum er ein dagstúrur, er gerandisdagur hjá okkum – sigur Niels Juel Arge, sum hevur starvast í Fjallafípuni í 11 ár, harav fýra ár sum leiðari, og sum nú tekur við nýggjum avbjóðingum sum samskipari á dagstovnaøkinum.
Fjallafípan er ein serstakur stovnur, sum bjóðar børnum hópin av møguleikum og upplivingum, ið ikki eru at finna aðrastaðni í býnum. Fyri tveinum árum síðani tók býráðið avgerð um at geva øllum børnum møguleika at uppliva útilívið í og kring Fjallafípuna. Samstundis er Fjallafípan víðkað, so tað í løtuni ganga 72 børn har.
Niels Juel Arge, fráfarandi leiðari í Fjallafípuni, hevur havt ábyrgd av at samansjóða og skipa námsfrøðiliga tilboðið, sum eftir summarfrítíðina kemur í fasta legu, tá øll tey 6-7 ára gomlu børnini verða savnað í Fjallafípuni, soleiðis at tey øll fáa eitt ár í útibarnagarði, áðrenn tey fara í skúla.
Okkara fokus hevur altíð verið at geva børnunum eina breiða uppliving av náttúruni og umhvørvinum Úti í Grøv. Tað, at ynski hevur verið frammi um at geva øllum børnum ta uppliving, sum Fjallafípan bjóðar, vísir bara, at tilboðið í Fjallafípuni hevur riggað avbera væl, sigur Niels Juel.
Nýta náttúruna fult út
Eitt av árligu tiltøkunum í Fjallafípuni er ‘Frá Borðoyarvík til Kjøl’, har skipað hevur verið fyri ymiskum verkstøðum, sum hava við alt frá fjøru til fjøll at gera. Niels Juel greiðir frá, at sum oftast hava tey skipað tað sum eina toymisviku í mai, tá náttúran hevur nógv at bjóða. Børnini fanga krabbar og síl, eygleiða fuglar, fuglaegg og mangt annað.
Vit plaga at enda við at ganga niðan á Kjøl, sum er 342 metrar høgur, og tað er ein stórur sigur fyri tey flestu børnini, sigur hann.
Arbeiðið at víðka útibarnagarðin við fleiri barnagarðsplássum hevur fylt nógv seinnu árini. Nú er tað arbeiðið liðugt og komið í eina trygga legu, har karmarnir hjá teimum elstu barnagarðsbørnunum eru avbera góðir.
Fokus á samstarv
Eftir summarfrítíðina verður fyrstu ferð, at tikið verður ímóti áleið 70 børnum, sum fáa ágóðan av tilboðnum í Fjallafípuni og sum fara at mennanst gjøgnum fjølbroyttar upplivingar.
Nýggi leiðarin kemur í eitt spennandi starv við góðum starvsfólkum og einum vælvirkandi leiðslubólki, sum møtast javnan, sigur Niels Juel.
Dentur hevur verið lagdur á samstarv við stovnar, sum varða av børnunum áðrenn tey koma í Fjallafípuna, umframt samstarv við skúla og frítíðarskúla, har fokus verður lagt á at fyrireika børnini soleiðis, at tey eru trygg við umstøðurnar, tá skúlatíðin byrjar. Fjallafípan er ikki ein forskúli, men endamálið er at geva børnunum eina fjølbroytta uppliving tað árið, ið tey eru savnað her.
Niels Juel leggur afturat, at sjálvt um hann gevst nú, so fer hann ikki so langt kortini. Hann skal taka sær av at samskipa dagstovnaøkið og harvið verða bindilið millum dagstovnarnar og umsitingina hjá kommununi – ein uppgáva, sum hann gleðir seg til.
Eg gleði meg til at samstarva við umsitingina og dagstovnaleiðararnar. Vónandi kann eg miðla ynskini hjá stovnum og samskifta við nógvar ymiskar fakbólkar.



Ferðslukunning í samband við Conference Leauge dyst hjá KÍ

Endurnýtslan stongd á Ólavsøku

Býarbussurin koyrir ikki á Ólavsøku
